Kjósin verður ikki tikin

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Aftur í dag vóru tað tær úr Fuglafirði, sum vóru næstfyrstar

Tað eru tær úr Kollafirði, og so eru tað hinar. Í dag vóru tað aftur tær umborð á Kjósinum úr Kollafirði, sum vóru nógv fremstar og fyrstar á mál. Tær úr Kollafirði hava vunnið allar tríggjar ferðirnar, og tær eru nú stórfavorittar at vinna FM.

 

Malunarhav úr Fuglafirði legði bragdliga fyri, og Malunarhav var eftir startspurtin fremst. Men tað var skjótt, at Kjósin fótaði sær, og tá ið teinurin var hálvrógvin, var Kjósin eina bátslongd undan Malunarhavi, og á málinum var fjarstøðan millum tveir teir fremstu bátarnar meiri enn níggju sekund.

 

 

 

##med2##

 

 

 

##med3##