Kjølbro lagdur fram á Sjómannadegnum

Bókin um Kjølbro, eftir Óla Jacobsen, varð í dag løgd fram á Sjómannadegnum

Bókin um Kjølbro, eftir Óla Jacobsen, varð í dag løgd fram á Sjómannadegnum.

 

Hetta hendi í Skúlanum á Skúlatrøð. Mong ognaðu sær bókina og fingu hana undirritaða av rithøvundanum. Og tað var ikki nakað tilvildarligt borð hann undirritaði bøkurnar á, men gamla skrivaraborðið hjá Kjølbro við eini líka gamlari PH-lampu á.

 

Teir, sum annars hava tikið stig til bókina og hava verið eitt slag av ritstjórn hjá Óla, eru Jóannes Kjølbro, Anders Harboe Ree og Finn Kjølbro, allir abbasynir hjá Kjølbro – Jógvan Frederik Kjølbro.

 

Harumframt sungu 17 sangarar undir leiðslu av Jógvani við Keldu.

 

Síðani greiddi Jóannes Kjølbro, stigtakari og útgevari frá, hvussu henda útgávan var komin í lag.

 

Rithøvundurin greiddi frá tilgongdin at skriva bókina, sum telur 500 síður. Um fólk hann hevði tosað við, sum høvdu arbeitt saman við Kjølbro og onkrar av arbeiðskonunum eisini. Hann hevði lagt sær eina við, at tað, sum stóð í bókini, skuldi hava ein kendan uppruna og ikki vera gitingar.

 

At enda hugleiddi Jóan Pauli Joensen, søgu- og fólkalívsfrøðingur um Kjølbro. Um virksemi hansara, og hvønn týdning hann hevur havt fyri umhvørvið, hann virkaði í, og samtíðina.

 

Um 200 fólk vóru til framløguna.