Kjartan yvirlivdi - Leivur, Jónas og Janus flyta niður

Málmunurin bjargaði Vendsyssel frá niðurflyting

Mynd: Vendsyssel

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel taptu seks teir seinastu dystirnar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, men lukkutíð fyri teir bjargaði málmunurin teimum frá triðaftasta plássinum.

 

Vendsyssel og liðið hjá Leivi Mortensen, Janusi og Jónas Djurhuus, HC Keypmannahavn hevur líka nógv stig sum Vendsyssel, 15 stig, men Vendsyssel hevur ein munandi betri málmun.

 

Vendsyssel tapti í dag á útivølli 31-37 fyri Aarhus. Í steðginum stóð væl til hjá Kjartani og liðfeløgunum, tí teir vóru tá á odda 18-16. Í seinna hálvleiki var heimaliðið tó greitt omaná. Kjartan var noteraður fyri eitt mál.

 

HC Keypmannahavn tapti á útivølli 34-41 fyri deildarvinnarunum, Skive sum vóru á odda 21-17 í steðginum. 

 

Leivur var við sjey málum toppskjútti hjá útliðnum. Janus skoraði eitt mál.

 

Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne endaðu kappingarárið við einum 40-30 (17-16) útisigri á Norddjurs.

 

Pætur skoraði fýra mál og Pauli skoraði trý mál.

 

Team Sydhavsøerne endaði á einum fjórða plássi við 37 stigum, ið er stórur framburður í mun til farna kappingarár, tá teir vóru í aftara endanum av deildini.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Vendsyssel

Mynd: Vendsyssel