- Eg vóni øll har heima eru errin av okkum. Orðini eigur Kjartan Johansen aftaná Føroyar hava tapt 21-33 (11-19) ímóti Svøríki í dystinum 15. plássið í HM-endaspælinum í Algeria. Kjartan Johansen skoraði eitt mál í dag.
Samlað er Kjartan Johansen stoltur av føroyska avrikinum, men hann viðgongur, at í dag manglaði bæði motivasjón og orka, og tí komu Føroyar at renna aftaná Svøríki.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kjartan Johansen aftaná tapta HM-dystin ímóti Svøríki.