Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystunum.
H71 spælir á fyrsta sinni Europa Cup, tá ið mansliðið bjóðar slovenska felagnum, Maribor Branik, av í Challenge Cup kappingini.
Í 2018 var ein føroyingur drúgvur í júst hesu kapping, tá ið Kjartan Johansen við norska felagnum, Fyllingen Bergen, rakk fjórðingsfinalunum. in.fo hevur prátað við landsliðsleikaran av Strondum.
Áskoðararnir royktu inni
- Tað var øgiliga spennandi og løgið at spæla í Europa Cup fyrstu ferð. Vit spældu ímóti einum liði úr Bosnia, og spældu báðar dystirnar har upp á tveir dagar, greiðir Kjartan frá.
- Tað er ein heilt øðrvísi mentan tá ið tú kemur inn og til dømis royktu áskoðararnir inni í høllini meðan vit spældu, minnist Kjartan og greiðir frá at lykilin í dystinum var at læra at spæla undir umstøðunum og við tí kropsliga spæli sum var loyvt í kappingini.
Fekk nógva ábyrgd í Evropisku dystunum og stóð seg væl
- Vit kláraðu okkum heilt væl í kappingini, sigur Kjartan og minnist aftur: - Vit komu í fjórðingsfinaluna har vit taptu ímóti Potaissa Turda úr Rumenia. Vit vunnu við seks málum á heimavølli, men taptu við sjey málum á útivølli. Minnist meg rætt vóru vit bara aftanfyri við tveimum málum tá ið tíggju minuttir vóru eftir, men so kollapsaðu vit, sigur høgri bakkurin, ið hevði ein stóran leiklut í kappingini.
- Eg fekk nógva spælitíð tá ið vit spældu í Evropa, tí venjarin vildi gagnnýta at eg hevði altjóða royndir við landsliðnum. Serliga ímóti ókendari mótstøðu, sigur Kjartan og greiðir frá at tað gekk væl hjá sær í hesum dystum. Kortini kundi føroyingurin vera ónøgdur at tað ikki gjørdist enn betri:
- Vit vóru væl nøgdir við at vit rukku so langt, men vóru eisini sera vónbrotnir av at tapa so nógv í Rumenia, staðfestir kviki bakkurin, ið eftir tað kappingarárið skifti til Viking í Stavanger.
##med2##
Sterk kapping
- Støðið var øgiliga høgt í kappingini, greiðir Kjartan frá.
- Vit møttu serliga tveimum øgiliga góðum liðum: Potaissa Turda, sum vann kappingina og eisini Eurofarm Rabotnik, sum er í Champions League í ár og tá hevði tveir ella tríggjar leikarar á makedónska landsliðnum. Vit vóru ikki hepnir við lutakastinum, staðfestir Kjartan, áðrenn hann verður biðin at meta um møguleikarnar hjá H71 fríggja- og sunnukvøldið.
Heimavøllurin hevur ekstremt nógv at siga
- Eg kenni ikki so nógv til Maribor, men tað man vera eitt sterkt lið, tá ið tað er úr Slovenia, sigur Kjartan og heldur fram.
- Heimavøllurin hevur ekstremt nógv at siga í slíkari kapping, so tað er ein stórur fyrimunur fyri H71, heldur Kjartan og greiðir frá, at tað er umráðandi at H71 ikki tapir við ov nógvum málum fyrsta dystin.
- Tað ræður um at venja seg við fysikkin sum skjótast, ger Kjartan Johansen greitt.
##med3##
Viðmælir øllum at royna seg í Europa Cup
Spurdur um hann vil viðmæla føroyingum at royna seg í slíkum kappingum oftari, er svarið greitt:
- Ja!, sigur Kjartan alt fyri eitt.
- Tú lærir øgiliga nógv í Evropa-kappingum. Mótstøðan er nógv sterkari og liðini eru nógv betri fyri taktiskt enn tú ert vanur við í Føroyum, staðfestir Kjartan Johansen, ið at enda leggur afturat at hann vónar at sjálvur fáa møguleikan at spæla Europa Cup aftur.
Les meira um Europa Cup dystirnar við at trýsta niðanfyri:
Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystunum













