Menning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kjartan Kristiansen er maðurin, sum á mangan hátt hevur sæð møguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi úr øðrum sjónarhorni enn fjøldin annars. Stundum hevur hann havt greinar í bløðunum og úttalilsir í loftmiðlunum. Tað hevur altíð verið forvitnisligt at lesa og hoyra tað, hann sigur, og mangur man hava hildið, at hann viðhvørt ”fleyg” yvir okkum øðrum.
Hugsunarhátturin hevur verið meira ótraditionellur enn hjá teimum flestu, og maðurin hevur ongantíð lagt fingrarnar ímillum, men hevur sagt sína hjartans meining um tingini – á sín sermerkta hátt.
Í samrøðu við Sosialin í gjár, sigur Kjartan Kristiansen, nú hann gevst sum stjóri á Menningarstovuni, at framburðurin í samfelagnum sprettur ikki
úr løgtingi og landsstýri – ei heldur úr vinnumálaráðnum, men úr sjálvari vinnuni og úr ágrýtnum og hugagóðum einstaklingum, ið finna saman um felags mál.
Hevur gjørt mun
Í grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum veitir Føroya Arbeiðsgevarafelag Kjartani tøkk fyri sítt virksemi, vinnuni at fram øll hesi tjúgu árini, hann hevur verið stjóri á Menningarstovuni.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag er av teirri greiðu fatan, at Kjartan hevur gjørt mun. Hann hevur samstarva nógv við vinnufeløgini og var í fleiri ár eitt slag av bindiliði millum feløgini og tað almenna. Hann hevur við støðufesti roynt at ávirka okkara vinnukarmar og ta kós, sum føroysku fyritøkurnar halda.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at Kjartan hevði ein stóran leiklut, tá týdningarmikli handilssáttmálin við ES varð gjørdur, og í seinna helmingi av nítiárunum var hann ein av høvuðskreftunum aftanfyri at orða fyrsta føroyska vinnupolitikkin.
- Hesin vinnupolitikkur legði eina greiða kós burtur úr studningsvinnuni. Hann setti skilnað millum alment og privat og legði dent á burðardygt vinnulív.
Felagið heldur lítlan iva vera um, at hesin vinnupolitikkur í fleiri ár virkaði sum eitt slag av “ferðslureglu”, sum vísti politisku skipanini á røttu kósina.
Altjóðagerðin
- Eitt annað, sum Kjartan Kristiansen hevur lagt nógva orku í, er at fáa føroysku fyritøkurnar út á altjóða leikvøllin. Hann hevur rikið og drigið fyritøkur at luttaka á messum og sølustevnum – fiskivinnumessum, oljumessum og hevur verið viðvirkandi til økt samstarv við eitt nú Ísland og Rusland.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at seinastu árini eru stórar broytingar hendar, samstundis sum føroyskar fyritøkur eru vorðnar alt meira virknar uttanlands.
- Vit siga ikki, at Kjartan hevur alla æruna av hesum, men hansara virksemi at altjóðagera okkara vinnulív, kann ikki undirmetast, heldur felagið, sum ynskir at takka Kjartani Kristiansen fyri gott samstarv, fyri hjálpsemi og fyri at vera hollur í ráðum.
At enda ynskir felagið, at samstarvið fer at halda fram, nú menningarstjórin seinastu 20 árini fer í starv í vinnumálaráðnum.
Myndatekstur: (Kjartan Kristiansen.. stór arkivmynd.. )
- Hann hevði ein stóran leiklut, tá týdningarmikli handilssáttmálin við ES varð gjørdur, og í seinna helmingi av nítiárunum var hann ein av høvuðskreftunum aftanfyri at orða fyrsta føroyska vinnupolitikkin, sum legði eina greiða kós burtur úr studningsvinnuni til burðardygt vinnulív, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag