Herfyri boðaði Kjartan Johansen frá, at hann ikki fór at halda fram í norska felagnum, Fyllingen Bergen. Orsøkin var, at partarnir ikki blivu samdir um ein nýggjan sáttmála.
Nú hevur føroyski landsliðsleikarin funnið sær eitt nýtt felag. Hann verður verandi í Noregi, tí næsta kappingarár skal hann nevniliga spæla við felagnum Viking Håndball.
Viking Håndball, sum heldur til í Stavanger, er júst flutt upp í næstbestu deildina.
- Eg eri sera glaður fyri at hava skrivað sáttmála við Viking. Vónandi kann eg vera við til at hjálpa felagnum at stabilisera seg í 1. divisjon komandi kappingarár, sigur Kjartan Johansen við facebook-síðuna hjá Viking.
Viking Håndball spælir sín fyrsta dyst í 1. divisjon tann 16. septembur.










