Kjartan og Önnered vóru fyri teprum tapi á útivølli

Önnered liggur framvegis næstaftast í bestu svensku hondbóltsdeildini

Kjartan Johansen skoraði tvey mál uppá fimm málroyndir tá lið hansara, Önnered tapti tepurt 29-30 fyri Alingsås á útivølli. Alingsås var á odda 16-13 í steðginum.

 

Fleiri ferðir nærkaðist Önnered leiðsluni hjá Alingsås í seinna hálvleiki, men heimaliðið megnaði hvørja ferð at draga frá aftur.

 

Önnered spælir aftur dyst á heimavølli komandi fríggjakvøld tá Hallby kemur á vitjan.

 

Støðan: 

 

Nr. DystirVJT+/-Stig+/-
1 IK Sävehof131012398 - 3462152
2 IFK Kristianstad13922381 - 3252056
3 Ystads IF HF14824418 - 3801838
4 IFK Skövde HK12903359 - 3301829
5 Alingsås HK14743396 - 3791817
6 HK Malmö13625369 - 361148
7 Hammarby IF HF14626417 - 411146
8 Eskilstuna Guif IF14608381 - 41112-30
9 IF Hallby HK13517342 - 35911-17
10 Lugi HF13508350 - 35110-1
11 IFK Ystad HK14347376 - 41310-37
12 HK Aranäs14428365 - 40310-38
13 Önnereds HK143110378 - 4227-44
14 Redbergslids IK132110352 - 3915-39