Kjartan og Jónas vunnu - Eirikur tapti

Tað gekk misjavnt hjá føroysku landsliðsspælarunum, ið spæla í Noregi og í Danmark

Kjartan Johansen og Jónas G. Djurhuus vunnu saman við liðfeløgunum í Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini ein sannførandi 35-24 (15-8) sigur á útivølli móti Vaalerenga, ið liggur aftast í deildini við ongum stigi. 

 

Føroyingarnir gjørdu sítt. Kjartan Johansen skoraði seks mál, og Jónas G. Djurhuus skoraði eitt mál. Triði føroyingurin hjá Viking Stavanger, Helgi H. Hoydal situr uttanfyri við skaða.

 

Viking er nummar sjey av teimum 12 liðunum í deildini. Viking hevur 17 stig. Komandi sunnudag spælir Viking grannauppgerð ímóti Sandnes, ið er nummar trý í deildini.

 

Eirikur Simonsen skoraði trý mál fyri Frederikshavn, ið tapti 24-26 ímóti Odense, ið liggur næstniðast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Frederikshavn var á odda 13-11 í steðginum, og hevði við einum sigri kunna lyft seg væl frá niðurflytingarstrikuni, men tað endaði við einum keðiligum tapi.

 

Tað sum serliga feldi Eirik Simonsen og liðfelagarnir var, at teir skoraðu bara eitt mál seinastu 11 minutirnar av dystinum, og liðið brendi haraftrat átta vongskot, og tað gjørdist eisini dýrt í seinasta enda.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Frederikshavn ímóti Stoholm, ið liggur eitt stig aftanfyri Frederikshavn. Frederikshavn er nummar níggju av teimum 14 liðunum í deildini. Frederikshavn hevur fingið 14 stig í 17 dystum higartil.