Eftir nakrar ræðuligar vikur, har Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Viking Stavanger hava mist oddasessin, er gongdin blivin betri seinastu tveir dystirnar.
Leygardagin vann Viking Stavanger 27-25 á Lillestrøm, eftir at Lillestrøm hevði verið á odda 25-22 við færri enn fýra minuttum eftir at spæla.
Kjartan Johansen skoraði til bæði 25-25 og 26-25, og endaði dystin við sjey málum. Helgi Hildarson Hoydal skoraði eitt mál.
Viking Stavanger verður tí verðandi á uppflytingarplássunum við tveimum dystum eftir at spæla, og kappast við Fjellhammer og Sandefjord um, sum bæði hava tríggjar dystir eftir.
Mikudagin verður sera avgerandi dystur í hesum stríði. Tá spæla Fjellhammer og Viking Stavanger.
Tvey tey fremstu liðini flyta upp í fremstu norsku deildina. Triðja plássið skal spæla uppflytingardystir ímóti triðniðasta liðnum í fremstu deildini.
Støðan í norsku 1. deild:
| Nr | D | S | |
| 1 | Fjellhammer | 19 | 30 |
| 2 | Viking Håndball | 20 | 30 |
| 3 | Sandefjord Håndball | 19 | 26 |
| 4 | Falk Horten | 19 | 22 |
| 5 | Nøtterøy Håndball | 19 | 21 |
| 6 | Viking TIF | 19 | 20 |
| 7 | Kristiansand Topphåndball | 19 | 19 |
| 8 | Charlottenlund | 19 | 16 |
| 9 | Sandnes | 19 | 16 |
| 10 | Lillestrøm TH | 20 | 14 |
| 11 | LFH09 | 19 | 10 |
| 12 | Bodø HK | 19 | 6 |











