Tað gongur væl hjá Kjartani Johansen, Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Aftaná 29-24 sigurin á útivølli móti Charlottenlund í dag hevur Stavanger framvegis fullan pott, 14 stig fyri sjey leiktar dystir.
Kjartan og Helgi skutu báðir trý mál í part í sigrinum ímóti Charlottenlund. Í steðginum var Stavanger á odda 16-10.
Komandi sunnudag spælir Stavanger lokaluppgerð móti Sandnes á útivølli. Dystirnir móti Sandnes eru altíð nakað heilt serligt, so sjálvt um Sandnes liggur sum nummar sjey í deildini, so verður talan um eina harða grannauppgerð.
Støðan í næstbestu norsku hondbóltsdeildini:
| Nr | Lið | D | S |
|---|---|---|---|
| 1 | Viking Stavanger | 7 | 14 |
| 2 | Nøtterøy | 7 | 11 |
| 3 | Fjellhammer | 7 | 11 |
| 4 | Falk Horten | 7 | 9 |
| 5 | Kristiansand | 7 | 8 |
| 6 | Viking TIF | 7 | 6 |
| 7 | Sandnes | 7 | 6 |
| 8 | Sandefjord | 7 | 6 |
| 9 | Lillestrøm TH | 7 | 5 |
| 10 | Charlottenlund | 7 | 4 |
| 11 | LFH09 | 7 | 2 |
| 12 | Bodø HK | 7 | 2 |











