Tað gongur upp og niður hjá Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Fyllingen Bergen hevur leikt átta dystir í bestu norsku hondbóltsdeildini higartil, og á heimavølli hevur gingið væl. Í fýra heimadystum hevur Fyllingen vunnið tríggjar dystir, og hava spælt ein javnleik. Á útivølli hevur tað gingið stak illa í hond, tí har hevur Fyllingen tapt allar fýra dystirnar.
Í dag tók Fyllingen Bergen ímóti Bækkelaget. Fyllingen vann ein tryggan 34-26 sigur, men tað sá einki út í steðginum, tí tá var Bækkelaget á odda 17-15. Liðini fylgdust til støðuna 22-22, men so setti Fyllingen gongd á. Fyllingen kom uppá eina 25-22 leiðslu, og teir hildu áfram at byggja uppá ta leiðsluna, og vunnu at enda 34-26.
Kjartan Johansen skoraði tvey mál fyri Fyllingen í dag. Tað fyrra var uppá brotskast.
Aftaná átta dystir liggur Fyllingen Bergen á einum áttanda plássi í bestu norsku hondbóltsdeildini:
| 1 | Halden Topphåndball | 8 | 6 | 1 | 1 | 270 | 217 | 13 |
| 2 | Elverum | 7 | 6 | 1 | 0 | 241 | 194 | 13 |
| 3 | Drammen | 8 | 6 | 0 | 2 | 239 | 211 | 12 |
| 4 | ØIF Arendal Elite | 8 | 5 | 1 | 2 | 251 | 216 | 11 |
| 5 | Haslum HK | 8 | 3 | 3 | 2 | 217 | 225 | 9 |
| 6 | Bækkelaget Håndball Elite | 8 | 3 | 2 | 3 | 227 | 226 | 8 |
| 7 | Sandnes | 8 | 4 | 0 | 4 | 201 | 229 | 8 |
| 8 | Fyllingen Bergen | 8 | 3 | 1 | 4 | 228 | 244 | 7 |
| 9 | Kolstad | 8 | 2 | 1 | 5 | 220 | 235 | 5 |
| 10 | Bodø HK | 8 | 2 | 0 | 6 | 227 | 239 | 4 |
| 11 | Falk Horten | 7 | 2 | 0 | 5 | 162 | 201 | 4 |
| 12 | Nøtterøy Håndball | 8 | 0 | 0 | 8 | 197 | 243 | 0 |










