Kjartan og Fyllingen víðari í Challenge Cup

Evropeiska ævintýrið heldur fram hjá Fyllingen, sum nú skal spæla fjórðingsfinalu í Challenge Cup

Fyrr í dag tóku Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen ímóti Eurofarm Robotnik úr Makedonia í seinnu áttandapartsfinaluni í evropeisku Challenge Cup kappingini.

 

Fyllingen hevði eina 25-22 leiðslu frá fyrra dystinum í Makedonia, og tað eydnaðist aftur Fyllingen at vinna í dag.

 

Fyllingen vann at enda trygt 36-28 ímóti Robotnik, men tað sá einki út í fyrra hálvleiki. Robotnik var á odda 16-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki fekk Fyllingen skil á bæði álopsspælið og verjuspælið, og vann seinna hálvleik 21-12. Talan gjørdist um ein samlaðan 61-50 áttandaparts-finalusigur til Fyllingen.

 

Kjartan Johansen gjørdi sítt, og skoraði fýra mál fyri Fyllingen í dag.

 

Millum liðini Kjartan og liðfelagarnir kunnu møta er ÍBV úr Íslandi, sum vann samlað 53-46 á Ramat úr Ísrael. Kundi verið stuttligt við einari slíkari norðurlendskari uppgerð í fjórðingsfinaluni.