Føroyski landsliðsleikarin Kjartan Johansen hevur verið skaðadarvaður, men í kvøld hevði hann eitt avrik, ið boðar frá góðum.
Kjartan skoraði fýra mál fyri Bækkelaget, ið leikti javnleik 32-32 móti Nærbø á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Móti dystarenda var Bækkelaget aftanfyri 30-32, men tað eydnaðist at knógva ein javnleik heim.
Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við seks stigum.
Komandi sunnudag tekur Bækkelaget móti Fjellhammer á heimavølli.