Kjartan nýggjur formaður

Tað varð ikki nakað ókunnugmaður, sum loysti Kristian á Neystabø av í formanssessinum hjá B36. Kjartan Mohr varð fyrstu ferð valdur í nevndina í 1986, og síðani tá hevur hann virkað sum kassameistari. Nú verður hann so formaður í felagnum, sum hann eisini umboðaði sum leikari. Afturat honum er nevndin soleiðis samansett: Símun Midjord, næstformaður, Maiken Poulsen, kassameistari, Hannis Egholm, skrivari og Judith Eysturoy, nevndarlimur.