Tvær spennandi uppgávur bíða føroyska A-landsliðnum í manshondbólti á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn.
Klokkan 19.45 í annaðkvøld verður EM-undankappingardystur móti Kekkia, og sunnudagin klokkan 17 verður EM-undankappingardystur móti Russlandi.
Ígjár hevði føroyska liðið eitt gott avrik móti Russlandi í seinna hálvleiki og tapti 24-31 (10-16). Avrikið í fyrra hálvleiki var tó ógvuliga slakt. Men móti Kekkia og Russlandi vera Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kjartan Johansen við, og tað gevur venjaranum, Sonni Larsen nakrar fleiri møguleikar.
Nú Helgi H. Hoydal er skaddur hevur Sonni Larsen valt stórskjúttan hjá Viking Stavanger hetta kappingarárið, Kjartan Johansen sum liðskipara hesar báðar dystirnar.
Sonni greiðir annars frá, at liðið fleyg fyrst úr Moskva til Arlanda flogvøllin í Stokkhólmi, og har var tað líka við, at hópurin ikki náddi flogfarinum til Keypmannahavnar tí Koronu-kanningarnar drógu út.
Sonni vónar, at tey óføru fólkini sum stuðlaðu StÍF, Neistan, VÍF og H71 í FM-finalunum fara at finna saman at stuðla Føroyum á heimavølli hesaferð saman við fleiri øðrum. Tað er týdningarmikið við einari lívligari fjøld sum stuðlar landsliðnum og leggur trýst á mótstøðuliðið.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum EM-undankappingardystunum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 HER