Fiskivinna
P/F Hvilvtenni, sum Kjartan Joensen í Leirvík eigur, hevur nú keypt trolbátin, Fríðborg, sum Osmundur Justinussen og synirnir áttu.
Báturin er av sama slagi sum Norðleivur, ið Kjartan frammanundan eigur.
Hesi bæði førini eru bygd í Íslandi og komu til Leirvíkar sama dag.
Fríðborg hevur eisini skift navn og eitur nú Birtingur.
Eingin prísur
Kjartan Joensen sigur, at yvirtøkudagurin var 7. november, men hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv hann hevur keypt trolbátin fyri.
Bátarnir kostaðu einar 7-8 miljónir krónur at byggja.
Hann sigur, at tað hevur gingið hampiliga væl hjá Norðleivi, og tað er serliga landleiðin um sumrarnar, sum roynist væl hjá hesum bátum.
Fríðborg hevur ligið, síðan trolbátarnir góvust á landleiðini, 1. september.
Rigga til
- Nú gera vit klárt at loysa aftur, og eg vænti, at Birtingur verður klárur at fara aftur til fiskiskap, tá ið hendan vikan er farin at halla, sigur Kjartan.
Vit spurdu eisini, um hann hevur hugsað sær at lata skipini partrola, nú oljan er so dýr, og bátarnir í vetrarhálvuni noyðast at fiska uttanfyri innaru landleiðina, men hetta hevur Kjartan ikki hug at gera nakrar viðmerkingar til í løtuni.
- Nei, tað kann eg einki siga um sum er, sigur hann.
Manningin
Kjartan Joensen sigur, at hann hevur boðið manningini, sum var umborð á Fríðborg, um at vera verandi umborð, nú loyst verður aftur um nakrar dagar.
Við í keypinum hjá P/F Hvilvtenni fylgja eisini tey veiðirættindi, sum Fríðborg hevði.