Kjartan Gregersen, Syðrugøtu

Hósdagin 27. januar andaðist Kjartan, 77 ára gamal.

Tað kennist so løgi, at Kjartan ikki er millum okkum longur. Kjartan var ein trúfastur vinur í samkomuni, góður við øll og øll vóru góð við hann. Hann var við, tá vit bygdu fyrra bygningin til Kelduna í 1985-86, og hevur verið aktivur í samkomuni øll árini.

Hóast Kjartan nú var komin væl til árs, var hann undangongumaður, hann hevði ábyrgd av innleggingini av hita, ventilatión og vatni í nýbygninginum, sum vit eftirhándini hava bygt í fýra ár nú. Hetta er ikki nakað smávegis bygningsverk, og krevur tí almikið av dugnaskapi og hegni.

Kjartan gekk høgt upp í arbeiðið í Kelduni, hansara lutur lá ongantíð eftir. Hann vildi verða frammanfyri ætlanina, soleiðis at ongin skuldi bíða eftir honum. Hann var sera dugnaligur og nærlagdur. Henda myndin, har vit síggja Kjartan í teknikkrúminum arbeiða við hitarørum, varð tikin bert ein góðan mánaða áðrenn Kjartan fór frá okkum. Hann var sum altíð í góðum lag, hann hevði altíð ætlanir hvussu arbeiðið skuldi leggjast til rættis, og hvussu tey ymsu tingini skuldu gerast.

Nú ein dagin kom Kjartan við eini tekning, hann hevði gjørt. Hann hevði roknað út hvussu rørini skuldu leggjast, og hvussu nógvar radiatorar vit skuldu hava í nýggja veitslusalinum, hann hevði gjørt eina ætlan hvussu rørini skuldu leggjast, hvussu langir, høgir og breiðir radiatorarnir skuldu vera fyri at vera nøktandi til at hita hølini upp. Síðani hevði hann verið og tosað við ein handilsmann, sum seldi lutirnar og biðið um tilboð uppá tað sum nýtast skuldi. Kjartan ordnaði alt, tað var ikki neyðugt at fara afturumaftur hjá nøkrum, hann hevði skil á øllum.

Lutirnir vóru keyptir, og Kjartan var komin væl ávegis við innleggingini áðrenn hann nú ein dagin segði, at hann fór líka til læknan; men at hann kom skjótt aftur. Kjartan kom ikki aftur. Tíverri verður Kjartan ikki við, tá veitslusalurin verður tikin í brúk nú til páskar, og vit fara at merkja hitan, sum Kjartan varð við til at leggja inn í salin.

Saknurin eftir Kjartan er stórur, serliga hjá tykkum Inger, børnunum og abbabørnum. Vit hava mist bæði ein góðan vin, arbeiðsfelaga, og samkomufelaga. Kjartan er nú heima í Himlinum saman við øllum hinum, sum undan eru farin.

Arbeiðsmenninir í Kelduni