Gávugóðs úr Grunni Thorvalds av Steinum varð í dag latið sjónleikaranum, høvundinum og vísusangaranum, Kjartan Hansen Fyri løtu síðan varð árliga gávugóðsið úr Grunni Thorvalds av Steinum handað í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Góðsið varð latið Kjartan Hansen úr Havn, sum í løtuni er undir útbúgving á sjónleikaraskúla í Luleå í Svøríki.
Endamálið við at lata gávugóðsið til ung listafólk, er at geva teimum møguleika at víðari menna sínar listaligu gávur. Orsøkin til at valið í ár fall á Kjartan Hansen, er tí hann hevur víst góðar listarligar gávur innan sjónleik, vísusang og sum høvundur.
- Vit hava brúk fyri fólki sum tær. Tað er ein æra at stuðla slíkum listafólki við gávugóðsi, áðrenn tey gera alt ov sjónsk í samfelagnum, segði rektarin á Fróðskaparsetri Føroya.
Kjartan Hansen gekk á tveimum skeiðum á fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki, fyrst á sjónleikaralinjuni, síðan á vísusangaralinjuni. Í løtuni gongur hann á sjónleikaraskúla í Luleå í Norðursvøríki. Seinastu nógvu árini hevur hann verið virkin innan sjónleik, serliga umvegis Sjónleikarahúsið í Havn, men eisini sum ein triðingur í Willieboys, og í tíðarritinum Vencil hevur hann eisini gjørt sítt íkast.
Tær 60.000 krónurnar, Kjartan Hansen varð heiðraður við, skulu nýtast til viðkomandi listarligt arbeiðið.
- Eg havi ætlanir um at skipa fyri onkrum tiltøkum í summar. Millum annað kundi eg hugsað mær at fingið í lag eitt tvørfakligt samstarv millum ung listafólk í Føroyum, og kanska at fáa rektaran á mínum skúla til Føroya at hava fyrilestur.
Í morgin fer Kjartan Hansen aftur til Malmö, har hann í løtuni er í starvsvenjing.










