Kjartan Eli verður klárur

Sandwick:Hóast hann noyddist at gevast í hálvfinaluni móti Gotlandi, so er helst eingin ivi um, at Kjartan Eli Hentze framhaldandi verður partur av føroysku oyggjaleikaluttøkuni.
Í liðkappingini hava úrslitini hjá Kjartani Eli verið framúr, og spenningurin er stórur um, hvussu langt hann og Thomas Rasmussen kunnu røkka í einmansleikinum. Og ikki minst, hvussu langt teir báðir kunnu røkka saman í harradoubluni.
Seinastu dystirnar hevur skráin tó verið strævin, og tá Kjartan Eli merkti nakað av eymleika í arminum, og tá dysturin móti Gotlandi longu var taptur, so gjørdi hann av at taka seg úr dystinum.