Kjartan er fuglfirðingur. Foreldrini vóru Anna, sum var ættað frá Gøtugjógv, og Hans Dalbúð. Hann var føddur Eliasen, men keypti sær Dalbúð til eftirnavn. Børnini hjá Annu og Hans vóru tvíburðarnir Kjartan og Hjalmar, Adeleid Joensen, sum býr í Klaksvík, Piddi, sum búði í Vági og Jonleig Henriksen, sum búði í Havnini. Eftir á lívi eru Kjartan og Adeleid.
Kjartan hevur alla sína tíð búð í barnaheiminum á Dalbø í Fuglafirði. Hann lærdi at klippa hjá Edkild Norðbúð í Klaksvík, og hann hevði í mong ár klippistovu á Krossinum í Fuglafirði.
Kjartan hevur gott minni, og hann er áhugaður í og veit væl um familjuviðurskifti. Kjartan hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi, hoygging og øllum tí, sum hoyrir til í tí sambandinum. Hann var í mong ár røktingarmaður í Gjógvaráhaga, og ta uppgávuna gekk hann ógvuliga høgt uppí. Tað hevur verið ein av bygdarmyndunum í Fuglafirði at síggja Kjartan saman við hundinum, sum hann altíð hevði hjá sær, á veg til og frá røkting av seyði.