Marjun Olsen, Tvøroyari
---------
Tit harmast, at ein herferð er farin í gongd ímóti røktarheimsbyggingini í Føroyum. Hartil er stutt at siga: SYRGILIGT AT HON IKKI ER KOMIN FYRR.
Tað er óhugnaligt at síggja, hvussu lítið tit sum politikarar, Hans Pauli enntá sum eks landsstýrismaður á økinum, vita um gongdina innan eldraøki, í londunum vit plaga at samanbera okkum við.
Tað er als ongin grund til at uppfinna djúpa tallerkin einaferð enn, hann er her – brúkið hann.
Tað slag av røktarheimum, sum skal byggjast fyri fleiri hundrað mill. kr. her í Føroyum er forboðin fyri 10-15 árum síðani í okkara grannalondum, og tey gomlu røktarheimini eru umbygd til smáar íbúðir ella seld til onnur endamál t.d. »kolegier«.
Tað vit eiga at byggja er eldrasentur, sum nøkta nógvar uppgávur innan eldraøkið. Í hesum sentrum skulu sjálvandi eisini vera íbúðir. Fyrimunirnir við hesum er nógvir. Eg skal nevna nakrar.
• Fólk hava sítt egna heim, sum tey ráða yvir
• Hjún kunnu halda áfram at liva saman, sjálvt um annar parturin verður illa fyri
• Tey, sum hava røkt fyri neyðini 24 tímar um døgnið, fáa ta røkt tey hava brúk fyri
• Fyribyrgjandi arb. fyri allar eldri borgarar verður gjørt á sentrinum
• Sosial eldratilboð á sama staði
• Loyvi íbúðarfeløgum, so kann byggjast uttan at tað kostar landskassanum eitt oyra til bygging.
• Landskassin skal bert gjalda rakstur av personali
Ein og hvør borgari hevur krav uppá, at hava sítt persónliga frælsi, líka til sísta dag.
Hetta er ikki nakað eg finni uppá, men nakað eg havi sæð og arbeitt við í Danmark.
Um vit gjørdu eina kost bennefit kanning, røktarheim kontra eldrasentur, eri eg vís í, at kanningin bleiv til fyrimun fyri eldrasentrum. Kort og gott.
»Vit fingu meir fyri pengarnar«
Niðurstøðan er Hans Pauli, Jógvan og aðrir: Byggjast má og skal, men tað má vera tað rætta. Kjarnutrupulleikanir skulu loysast við bygging, sum røkkur inn í framtíðina. Tað sum bygt verður í dag, má dekka tørvin tey næstu 15 - 20 árini ( við tørv meini eg, tey krøv komandi eldri seta til síni ellisár). Tilboðini á eldraøkinum mugu vera soleiðis, at eldri fólk hava hug, at gera brúk av tilboðunum, eisini tey komandi eldru.
Vælsignaðir politikarar, hyggið rundan um tykkum, annars bítur øll henda bygging seg sjálva í halan og kemur tá at kosta enn fleiri mill. kr. til umbygging.
PS. til Jógvan Arge
Ketan hoppar av hjá tær og fleiri við tær, tí tit ikki hav sett tykkum inn í eldraøki 2010.
Tað ber væl til at geva óhjálpnum, eldri fólkum, eitt bæði sømuligt og virðiligt lívskvøld, uttan gammeldags røktarheim ið vera bygd hjá okkum í dag.
Farið og hyggið, eg skal geva tykkum góð dømir, um tit hava hug.