Kjarnorkuverkininí USA kannast

Amerikonsku myndugleikarnir siga, at teir hava gjørt av at kanna øll kjarnorkuverkini í landinum fyri at vita, um trygdin er í lagi. Avgerðin varð tikin í gjár, og myndugleikarnir dylja ikki fyri, at tað er støðan á Fukushima-verkinum í Japan, sum er orsøkin.

Myndugleikarnir, sum hava ábyrgdina av trygdini á teimum amerikonsku kjarnorkuverkunum, siga, at teir fara at manna eina serliga nevnd, sum skal kanna trygdina á hvørjum einstøkum verki.

Aftan á kanningarnar skal nevndin lata myndugleikunum frágreiðing og møguligt tilmæli um, hvat amerikanarar kunnu læra av óhappinum á Fukushima-verkinum í Japan, og hvat møguliga skal gerast.

Fyrr hava myndugleikarnir í Kina, India og Týsklandi sagt, at kjarnorkuverkini har skulu kannast.