Síðani libyski leiðarin, Moammar Gaddafi, slapp aftuir á altjóða pallin, hevur hann av og á gjørt vart við síni heldur óvanligu sjónarmið, og tað hevur hann gjørt aftur nú.
Við bretska sjónvarpið Sky News sigur hann, at er tað rætt, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn, so mugu Egyptaland og Saudiarabia - ja, sjálvt palestinar hava rætt til at fáa sær somu vápn.
Hugsanin hjá Gaddafi er, at hava palestinar ikki rætt til at fáa sær kjarnorkuvápn, so eigur Ísrael at missa síni, um teir hava tey.









