Fyri fimm døgum síðan var ein leki á gamla kjarnorkuverkinum í Sellafield. Norskir mynduleikar eru í dag kunnaðir um, at tað fyri fimm døgum síðan hevur verið ein leki á einum røri á gamla kjarnorkuverkinum í Sellafield, sum liggur á vestursíðuni í Bretlandi, skrivar NRK í kvøld.
Øll starvsfólkini á orkuverkinum vórðu flutt burtur, beinanvegin teir varnaðust lekan.
Annars verður nógv tosað í Bretlandi um, at byggja eitt nýtt kjarnorkuverk í Sellafield. Sellafield liggur einar 800 km frá Føroyum.