Japanska orkufelagið TEPCO sigur seg hava staðfest, at kjarnorkudálkað vatn er runnið úr verkinum í Fukushima, sum fór illa av jarðskjálvtanum og flóðalduni tann 11. mars. Sagt verður, at vatnið er geislavirkið, og at tað kann møguliga elva til krabbamein.
Bretska blaðið The Guardian skrivar, at kanska eru eini 45 tons av geislavirknum vatni runnin úr verkinum ígjøgnum rivur, sum stóðust av jarðskjálvtanum, og serfrøðingar rokna við, at nakað av vatninum er runnið út í Kyrrahavið.
TEPCO sigur, at tað hevur tett lekan nú.










