Tað er ein spuringurin, hvørt tað er politiskt klókt at seta arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar fyri kjarnorku júst í Føroyum. Kjarnorka verður sum kunnugt framleidd við at troyta atomkjarnureaktiónir. Umleið 17 % av heimsins elorku koma frá kjarnorku. Mótstøðan móti kjarnorku til elframleiðsu er stór víða um. Orsøkirnar til mótstøðuna eru lutvíst tøknifrøðiligar og umhvørvisligar og lutvíst politiskar. Kjarnorkuframleidd elmegi hevur stórar trupulleikar við sær eitt nú við atliti at burturkastinum. Kjarnorkuburtkast frá kjarnorkuelverkum er sera vandamikið, tí hetta burturkast er geislavirkið í sera langa tíð - millum 10.000 og 100.000 ár. Burturkastið verður vanliga goymt djúpt undir jørð ella undir havbotni. Við at nýta kjarnorku til sivil endamál kemur ein sostatt at elva til sera stórar trupulleikar fyri komandi ættarlið. Jarðfrøðiligar broytingar, fíggjarligar og búskaparligar kreppur, kríggj og aðrar óvæntaðar hendingar kunnu skapa stórar trupulleikar við goymslunum í framtíðini. Afturat hesum kemur so vandin fyri vanlukkum á einum kjarnorkuverki. Vit hava jú sæð ræðuligu fylgjurnar av slíkum valukkum.
Men spurningurin um kjarnorku er eins nógv ein politiskur spurningur, sum ein spurningur um framleiðslutøkni og um tryggar goymslur til kjarnorkuburturkast. Her er í roynd og veru talan um ein grundlegggjandi ein spurning um hugburð. Vil ein tjóð veruliga útvega sær orku við eini so vandamiklari og trupuleikaelvandi framleiðslu, ella vil tjóðin med alla siga henda rætt frá sær? Hetta er ikki bert ein politiskur spurningur, men ein moralskur spurningur. Kunnu vit veruliga loyva okkum at binda komandi ættarlið til at goyma tað ómetaliga vandamikla burturkastið í allar ævir? Her er jú talan um ein trupulleika, sum jú bert verður størri og størri, jú meira kjarnorka verður nýtt til elframleiðslu. Kann ein veruliga loyva sær at siga: hetta mugu komandi ættarlið klára?
Afturat hesum kemur, at kjarnorka til sivil endamál kann misnýtast til hernaðarendamál. Tað land, sum velur kjarnorku til elframleiðslu kann tí skjótt koma í álvarsamar trupulleikar við grannar sínar ella við tey stóru kjarnorkuveldini. Nøkur Norðurlond hava tikið politisku avleiðingarnar av teimum tøkniligu og politisku vandunum við kjarnorku og hava av fríum vilja frásagt sær rættin til hesa orku. Millum hesi lond eru Noreg, Ísland og Danmark – millum teirra, ið hava valt ta vandafullu orkuleið eru Finland og Svøríki. Svøríki er tó nú er við at gevast við kjarnokruframleiðsu, tí hon hóttir grannalandið og tí trupulleikarnir av burturkastinum eru vorðnir mest sum óloysiligir. Við hesum í huga kann tað ikki sigast at vera skilagott, at vit føroyingar nú fara undir at kanna møguleikarnar fyri kjarnorku her. Hetta er eitt skeivt signal at senda umheiminum frá matvøruframleiðandi tjóð í heimsins reinasta havumhvørvi.










