Kjallarafyritøkan sum mentist til stórhandil

Teymavirkið í Runavík hevur sínar røtur heilt aftur til 1961. Tað var Ovi Berg, sáli, sum slóðaði fyri og legði lunnar undir hetta virksemið. Tá ið Ovi legði frá sær, tók sonurin, Rúni, yvir og hevur hann saman við sínum starvsfólki rikið og ment fyritøkuna til tað, hon er í dag

Teymavirkið

Ovi Berg var fiskimaður og byrjaði at framleiða teymar í kjallara sínum í Runavík. Teymarnir gjørdust skjótt væl umtóktir, og framleiðslan øktist støðugt árini eftir. Tá ið kjallarafyritøkan í 1974 flutti oman á havnaøkið í Runavík, fór Ovi eisini undir at framleiða línu og seinni tógverk.
Umframt at framleiða til føroyska marknaðin, útflytir Teymavirkið eisini línu og teymar til skandinavisku londini, Grønland og Ísland.

Keypti Snørisvirkið
Avloysarin hjá slóðbrótaranum, Ova Berg, gjørdist sonurin, Rúni Berg, og hevur hann saman við sínum starvsfólki rikið og ment fyritøkuna seinastu árini.
Eftir at Teymavirkið á heysti 2001 keypti Snørisvirkið í Klaksvík, eru møguleikarnir at veita bæði línuflotanum, útróðrarflotanum og øðrum viðskiftafólkum eina betri tænastu.
Á báðum virkjunum eru fólk við drúgvum royndum innan framleiðslu av fiskireiðskapi til línuveiði. Nú er eisini í størri mun møguligt at samskipa framleiðsluna eftir skiftandi tørvi og eftirspurningi, soleiðis at bíleggingarnar kunnu avgreiðast skjótari.
Men Teymavirkið er við sínum stóru skipshandlum í Runavík og Klaksvík meira enn bara ein útbjóðari av línureiðskapi. Bæði í Runavík og Klaksvík er eisini stórt útboð av klæðum til sjófólk og arbeiðsfólk annars, persónlig trygdarútgerð og onnur útgerð til fiskivinnuna.
Í Runavik er eisini stórt úrval av búnýtisvørum og gávulutum.

Glæman í Havn
Í fjørheyst setti Teymavirkið eisini handil á stovn í Havn. Hetta er handilin, Glæman, sum heldur til í hølunum á Bryggjubakka, har Samvinnufelagið var áður. Handilin hevur eitt úrval av teimum vørum, sum Teymavirkið selir, eitt nú fiskireiðskapi, arbeiðsklæðum, undirklæðum og øðrum.