Eysturoyingar eiga sera nógv útgerð at sløkkja eld við. Men útgerðin verður goymd á ómannaðum brandstøðum kring alla oynna, og stundum kann ivi stinga seg upp um, hvør skal út at sløkkja eina eld.
Tað hendi til dømis beint fyri jól í fjør, tá ið eldur kom í eina lítla gravkúgv í Søldarfirði.
? Brandmenn komu úr Runavík, av Skála, úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði at sløkkja eldin. Í grundini kundu tveir mans farið út við einum bili og sløkt tann lítla eldin, men har stóðu vit eini 30 mans uppi yvir hesi lítlu gravkúnni, sigur Svenn Olsen, bygdaráðslimur og sløkkiliðsmaður í Gøtu.
? Sjálvandi heldur hava ov nógv fólk enn ov lítið, men hendingin vísti, at brunaøkið í Eysturoynni kann verða nógv betur samskipa.
Svenn Olsen heldur, at tíðin er komin til at kanna, hvussu størri samstarv kann verða millum sløkkiliðini í Eysturoynni, og hvussu tær mongu kjallarabrandstøðirnar kring oynna kundu arbeitt ella lagt saman.
? Tað verður nógv tosað um kommunusamanlegging, og tí hevði tað verið upplagt, at kommunurnar í Eysturoynni fóru at samstarva um hetta ítøkiliga økið, sum tað væl ber til at samstarva um, sigur Svenn Olsen.
Samstarv er betur
Á Skálafjørðinum og á eystursíðuni á Eysturoynni eru fýra brandlið.
Sløkkilið eru í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði, og Skálafjarðar Sløkkilið, sum er tað størsta sløkkiliðið í oynni, hevur fýra brandstøðir kring Skálafjørðin og í Oyndarfirði, seks bilar og aðra útgerð úti í økinum.
Øll hini sløkkiliðini hava eisini bilar og útgerð at sløkkja eld við. Onkur hava eisini klippiútgerð, sum kann nýtast í ferðsluóhappum.
? Tað finnst ein rúgva av útgerð í Eysturoynni, og krøvini til kommunurnar gera eisini, at tað skulu gerast fleiri íløgur. Í staðin fyri at allar kommunurnar gera íløgur hvør í sínum lagi til hvørt sløkkiliðið, so áttu vit heldur at samstarva, heldur Svenn Olsen, bygdaráðslimur í Gøtu.
Leiðarin fyri Skálafjarðar Sløkkilið tekur undir við tankanum
? Tað er avgjørt eitt gott hugskot at samstarva tættari. Vit hava sum er samstarv, tí fleiri sløkkilið verða av og á kallað út til sama eld ella óhapp, men samstarvið átti at verið formaliserað, heldur Sunleiv Højgaard, sum er leiðari fyri 43 sløkkiliðsmenn.
Ein nýggj brandstøð
Svenn Olsen heldur, at sløkkiliðini á eystursíðuni á Eysturoynni og á Skálafjørðinum skuldu farið í ein nógv tættari samstarv.
? Eitt hugskot kundi verið, at vit fingu eina nýggja brandstøð, sum stóð mitt í hesum økinum ? til dømis á Gøtueiði ? og har vit møguliga høvdu nakrar menn á vakt. Í løtuni eru eini 80 sløkkiliðsmenn inni í skipanini í hesum økinum, men allir skulu tilkallast, tá ið okkurt er áfatt, sigur hann.
Um tað var vakt á einari brandstøð, so kundu fyrstu menninir verið skjótari frammi, og tað hevði eisini borið til at fingið útgerð skjótari á staðið ? til dømis til eitt slíkt ferðsluóhapp, sum var í Eysturoynni leygardagin, har ein bilur skuldi klippast fyri at fáa bilføraran leysan.
? Í løtuni brúka hesar kommunurnar millum fýra og seks milliónir krónur um árið til brunaøkið, og øll keypa útgerð hvør í sínum lagi. Um sløkkiliðin arbeiddu saman, so eri eg sannførdur um, at vit kundu fingið nógv meira fyri pengarnar. Hetta snýr seg ikki um at spara, men um at økja um trygdina, og tað kann gerast bara við at samstarva meira, sigur Svenn Olsen.
Hann heldur, at pengarnir, sum í dag verða brúktir til at keypa bilar og útgerð fyri og at hava einar 80 brandmenn dagførdar við skeiðum, kundu verið brúktir øðrvísi, og at tað harvið gjørdist møguligt at hava vakt á einari brandstøð í økinum.
Sunleiv Højgaard tekur undir við hugskotinum, men hann heldur, at tað verður brúk fyri meira pengum.
? Tankin er góður, men um vit skulu manna eina brandstøð, og so hava tilkalling úti í økjunum, fer tað at kosta meira pengar. So skjótt sum tú setir fólk í starv, so verða útreiðslurnar størri, heldur Sunleiv Højgaard.
---
Fakta
Tað eru sjey brandstøðir á Skálafjørðinum og á eystursíðuni á Eysturoynni. Hesi pláss hava brandstøð:
? Fuglafjørður
? Leirvík
? Gøta
? Runavík/Toftir
? Skála
? Strendur
? Oyndarfjørður
? Harafturat hevur Skálafjarðar Sløkkilið eisini útgerð liggjandi á øðrum plássum.
Eini 80 sløkkiliðsmenn hava tilkalling í hesum øki.