Grandma?s Basement, sum arbeiða við nýggjari útgávu, spæla á Summar Festivalinum í august.
Framfýsni bólkurin Grandma?s Basement, sum spælir popprock við humori, verður við á Summar Festivalinum í ár.
Grandma?s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum bæði hevur spælt sangir inn og havt væleydnaðar framførslur á palli. Grandma?s hevur nøkur fá ár á baki, men teir hava langt síðani gjørt vart við seg við sangum sum Bangna Beistið, Minnini, Dansurin og Getze.
Nú arbeiðir bólkurin við fyrstu útgávuni, sum skal koma út í summar.
Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi.
Grandma?s Basement spældi á Summar Festivalinum í fjør, og tann framførslan lukkaðist so væl, at fyrireikararnir hava sent boð eftir bólkinum at spæla aftur í ár.