Kjakmentan: Tora ikki at siga sína hugsan

- Tað er ótrúliga keðiligt, at tað er blivið legitimt at niðra og søpla niður tey, sum eru ímóti dagsskránni hjá LGBT. Tað viðførir, at mong ikki tora at siga sína hugsan um málið, sigur Arni Zachariassen, kjakari.

Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld. #Tosaordiligt. 

 

-Tað er ótrúliga keðiligt, at tað er blivið legitimt at niðra og søpla niður tey, sum eru ímóti dagsskránni hjá LGBT. Tað viðførir, at mong ikki tora at siga sína hugsan um tað. Men í einum demokratiskum samfelag fara vit vónandi altíð at uppliva, at fólk hava ymiskar hugsanir um aktuell evni. Og tað eigur at vera virðing fyri tí, sigur Arni Zachariassen, kjakari.

 

Ein teirra, sum mangan hevur sagt sína hugsan um eitt heldur kontroversielt mál, er gøtumaðurin Arni Zachariassen. Tá ið umræður kjakið um at broyta hjúnabandslógina, hevur Arni verið ein teirra, sum hevur luttikið í kjakinum og roynt at argumentera fyri, hví hann er ímóti at broyta hjúnabandslógina. Hansara áskoðan er grundað á trúgv.

Men seinastu árini hevur tónin verið hvassur millum tey, sum eru fyri at broyta hjúnabandslógina og so tey, sum eru ímóti. Meðan samkynd uttan iva vóru fyri seran niðrandi almennari viðferð fyri árum síðani, so er tónin partvíst broyttur. Í dag er meira legtimt at skriva niðrandi viðmerkingar um tey, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina – ella sum Arni tekur til – at fylgja dagsskránni hjá LGBT.

 

-Tað er púra koppað á nú. Tú finnir enn niðrandi viðmerkingar um samkynd á netinum, men eg haldi mangan, at tað eru viðmerkingar, sum hava lítla tyngd í samfelagnum. Men tær respekteraðu viðmerkingarnar, tað verið seg í bløðunum, í útvarpinum og generelt í stóru miðlunum – har hevur tað koppað á. Har er tað blivið púra legitimt at patalogisera tey (sjúkugera, red), sum eru ímóti dagskránni hjá LGBT, sigur Arni Zachariassen. 

 

Les meira um kjakmentan og hugsanina hjá Arna Zachariassen, Carl Johan Jensen og øðrum í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.

 

Mynd: Eybii myndir