Kjakið í SvF, har eg av góðum grundum ikki fekk svarað álopum frá Høgna Hoydal

Kjaksendingin ónskvøldið í SvF var á mangan hátt sera áhugaverd - mest tí, at sjálvt evnið var áhugavert.

Hvar gongur markið fyri vanliga embætisførslu, hvar gongur markið fyri neutralitetinum hjá embætismanninum mótvegis politikkaranum, og hvar gongur markið fyri loyalitatinum mótvegis politikkaranum?
Sum ikki einaferð, so var knappliga Jóannes Eidesgaard eina løtu tann mest áhugaverdi í sendingini, hóast eg als ikki var til staðar. Og orsøkin skuldi vera at finna í eini samrøðu við Dimmalætting um sama evnið.
Við Dimmalætting legði eg út við at siga, at tað er ein vanlig regla í politikki, at ein ikki gevur embætisfólkunum skyldina, um okkurt miseydnast politiskt. Men síðan segði eg víðari, at fakliga ráðgevingin í samband við fullveldissamráðingarnar ikki altíð var fakliga kvalifiserað, og tað haldi eg framvegis. Eg setti síðan spurningin, um tað skyldaðist politiskari yvirtrumfing, ella at embætisfólkini lótu seg ríva við av einum politskum stemningi.
At fara til Danmarkar við einum lidnum sáttmála, sum bert undirskriftirnar írestaðu á, má sigast at hava verið ótrúliga naivt og óbúgvið. Ein dugnaligur og royndur embætismaður hevði sjálvandi sagt við politikkararnar, at nú mugu vit fyrst á embætismannastigi lodda dýpið, áðrenn vit totalt lata okkum úr fyri mótpartinum, sum man so staðiliga endaði við at gera. Somuleiðis hevði eisini tann royndi politikkarin sagt, at vit taka fyrst eitt óformelt politiskt umfar fyri at finna útav, hvussu mótparturin fer at reagera. Men hvørki av hesum varð gjørt, og úrslitið var hareftir. Tískil er søgan om "de høje kontraherende parter", sum var orðaljóðið í næstan hvørjari grein í sáttmálauppskotinum framvegis ein "joke".
Tá vit í nevndararbeiði bæði í uttanlandsnevndini og í grundlógarnevdnini sóu skjøl, sum embætismenn høvdu skrivað, og sum beinleiðis høvdu politiskar argumentasjónir í staðin fyri fakligar, so er ikki heilt rætt vorðið. Hetta gjørdi seg galdandi bæðí viðvíkjandi búskaparligum metingunum av einum skjótt minkandi ríkisstuðuli eins og við spurninginum um, at sjálvavgerðarrætturin kundi missast, um t.d. ein sjálvstýrislóg varð gjørd, hóast hetta so staðiliga er aftirvíst, seinast av Anders Fogh.
Hvør minnist ikki tá framstandandi embætismaður í sjálvstýrisumsitingini hjá Høgna Hoydal "live" av Christiansborg fór í fjømiðlarnar sum umboð fyri samráðingarnevndina og legði seg út í eina ótrúliga politiska litaða og niðurgerandi útlegging av nøkrum donskum úttalilsum. Er tað ein politiskt óheftur embætismaður?
Ella hvat tá sami embætismaður fer út í fjølmiðlarnar og skírir eitt uppskot, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt viðvíkjandi sjálvstýrislógini, fyri fupp og svindul. Er tað ein óheftur embætismaður?
Og so hevði Høgni Hoydal aftur peikifingurin uppi og ávaraði ímóti nakrari herferð ímóti embætisfólkum. Eg eri ikki ósamdur í tí, og tað er júst tað, sum eg gevi til kennar í samrøðuni við Dimmalætting.
Men hví livdi Høgni Hoydal ikki upp til hetta, tá hann alment fór út og hongdi navngivnan búskaparfrøðing út fyri at vera pengagrískan, tí hann ikki vildi missionera ókeypis um Hvítubók kring landið. Ja, so hørð var herferðin, at hesin annars sera dugnaligi búskaparfrøðingurin fór í annað arbeiði uttanlands.