Klaksvík:
Kjakið á Norðlýsinum hevur verið dúgliga vitjað, síðani tað byrjaði fyri einum ári síðani. Oliver Joensen, blaðstjóri, sigur, at teir hava verið vælnøgdir við tað, sum hevur verið. Okkurt hevur kanska verið heldur óheppið, men sum heild hevur onki verið at finnast at á kjakinum. Inntil nú.
? Síðani valið varð útskrivað, hava vit havt fleiri innlegg í kjakinum, sum eru beinleiðis grov og leggja eftir persónum, og tað ber ikki til, sigur Oliver.
Talan er um skuldsetingar móti politikkarum, sum eru uppstillaðir til løgtingsvalið. Og tað vil Norðlýsið ikki hava á teirra kjaksíðu.
So nú hava teir báðir, hann og John William Joensen, gjørt av, at kjakið framyvir verður stýrt. Tað vil siga, at um ein ynskir at skriva eina viðmerking til kjakið á Norðlýsinum hevur ein tveir møguleikar framyvir.
Antin teknar ein seg sum lim á kjakinum og fær eitt loyniorð og harvið óavmarkaða atgongd, tó undir eftirliti og kann til eina og hvørja tíð verða tveittur útaftur, um viðkomandi ikki sýnir sømiliga atburð. Ella kann ein senda ein teldupost til blaðleiðsluna, sum so skal góðkenna innleggið, áðrenn tað verður lagt niður á síðuna.
Royndarár
Hetta árið, har kjakið hevur koyrt, hevur verið eitt sokallað royndarár. Kjakast hevur serliga verið um ítrótt og ymisk viðurskifti í Klaksvík. Sum heild hevur kjakið roynst væl, og hevur tað fingið góðan respons bæði heima og serliga millum føroyingar uttanlanda. Tað ger, at Oliver vil ikki koyra tað burtur. Men heldur royna at stýra tí framyvir, so sleppast kann undan keðiligum og óhepnum pástandum, sum kunnu raka persónar meint.
? Hóast hetta er eitt kjak, og tað ikki er Norðlýsið, sum skrivar innleggini, so kann tað raka okkum meint. Tað er jú hóast alt okkara navn, sum stendur fyri heimasíðuni, og tað vilja vit ikki leggja rygg til, sigur blaðstjórin á Norðlýsinum, sum samstundis heldur, at talan er heldur um óumhugsað innlegg enn óreinheitir.
Oliver sigur at enda, at teir hava tosað fleiri ferðir um at byrja at stýra kjakinum, tí teir vita um vandan, sum kann verða við einum óstýrdum kjaki. Men inntil valstríðið byrjaði var tað sum sagt nærum ongin trupulleiki. Men tað er so nú.