Tað er í kvøld kl. 20 at samkoman Lívdin í Hoyvík skipar fyri kjakfundi um trúgv og vísund í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3. Evnið á kjakfundinum verður ?Trúgv og vísund ? avbjóðingar og møguleikar? við
undirheitinum: Hvussu kunnu vit liva okkara trúgv í modernaða samfelagnum á ein skynsaman hátt?
Tað vera teir báðir Dánjal Jákup Jacobsen, Ph.D. í gagnnýttari støddfrøi, og
Poul F. Guttesen, Ph.D. í gudfrøði og bíbilskari gransking, sum fara at hava hvør
sína framløgu um vísindaliga ástøði, ið teir arbeiða á, og hvussu hetta
ávirkar trúgv teirra.
Aftaná verður høvi at seta spurningar til Dánjal Jákup og Poul, og møguleiki verður hjá áhoyrarunum at taka lut í kjakinum.
Kjakfundurin verður í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3. Í bygninginum aftan fyri MBM-bygningin í Hoyvík.