Leygardagin skipar felagsskapurin Dialogos fyri ráðstevnu, tey kallað Hvør skapti blómurnar? Kjakast verður um sambandið millum átrúnað og vísund Í ár eru liðin 200 ár síðani Charles Darwin varð føddur og 150 síðani hann útgav stóra verk sítt, ?On The Origin of Species?. Í tí sambandi skipar felagsskapurin Dialogos fyri eini ráðstevnu, ið viðger sambandið ímillum menningarlæruna og kristna trúgv.
Kjakið um hetta samband er enn heitt 150 ár eftir tað byrjaði, men fleiri og fleiri kristin fáa eyguni upp fyri hvussu ein sameining av menningarlæruni og kristnu trúnni kann stórliga ríka um tey bæði.
Saman við lærdum serfrøðingum á økinum úr Føroyum, Danmark og Onglandi bjóðar Dialogos áhugaðum føroyingum at lýða á fyrilestrar um hetta áhugaverda og týdningarmikla evni, umframt at seta spurningar til serfrøðingarnar.
Fyrilestrahaldarar á ?Hvør skapti blómurnar?? verða professarin R.J. Berry, sum er millum hægst virdu lívfrøðingarnar og genetikkararnar í Bretlandi, Poul Guttesen, doktari í gudfrøði, og professarin Niels Henrik Gregersen, sum er ímillum teir fremstu gudfrøðingarnar, sum serliga viðgera sambandið ímillum trúgv og vísindi.
Eftir hvønn fyrilestur verður møguleiki at seta spurningar til fyrilestrahaldaran og stór spurnarløta við øllum trimum verður til seinast á ráðstevnuni.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin byrjar kl. 13:00.










