Kjakast um heimaflotan á fiskivinnufundi 

Støðan hjá heimaflotanum verður umrødd á fiskivinnukjakinum á Torradøgunum í Klaksvík í kvøld kl. 19.00 - beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Tekstur  Dávur Winther 

Kjakfundurin verður skipaður í trimum umførum, har politikarar og vinnulívsfólk fyrst kjakast um støðuna í bólki-2 (trolarar), síðani bólki-3 (línuskip) og seinast bólki-4 (stórir útróðrarbátar).

 

Í hvørjum umfari verður komið inn á veiðigrundarlag og veiðimøguleikar, tað veri seg undir Føroyum ella í býti við onnur lond. Kjakast verður um lønsemi í vinnuni. Og eisini verður spurningurin reistur, hvørjar møguleikar flotin hevur at endurnýggja seg.

 

Politiska skipanin er umboðað soleiðis:

 

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Fólkaflokkurin 

 

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin

 

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin

 

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

 

Ruth Vang, Framsókn

 

Bill Justinussen, Miðflokkurin

 

Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri

 

Vinnan er umboða soleiðis:

 

Hanus Hansen, stjóri í JFK/Kósini og formaður í Reiðarafelagnum 

 

Kristian Martin Petersen, skrivari í Felagnum Línuskip

 

Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna

 

Fiskifrøðin er umboðað av Peturi Steingrund, fiskifrøðingi á Havstovuni

 

Áhoyrarar

 

Úr salinum kunnu áhoyrarar eisini seta spurningar – og tað kunnu hyggjarar heima í stovuni eisini, umvegis heimasíðuna hjá Kringvarpinum.

 

Fundurin er í nýggju Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík. Fundurin er almennur, og hann verður eisini sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Tekstur  Dávur Winther