Kjakast um føroyskt seyðahald

Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið varpa týskvøldið ljós á burðardygga framleiðslu.

Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið varpa týskvøldið ljós á burðardygga framleiðslu.  

 

Undir heitinum Vitska skipa stovnarnir báðir fyri fyrilestrum um ymisk evni og hesa ferð er tað burðardygg framleiðsla og føroyska seyðahald, sum stendur fyri skotum.

 

Árni Bragason, stjóri á NordGen, fer at hava ein fyrilestur um at framtíðartryggja ílegumargfeldið hjá djórum og plantum í Norðurlondum. Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur fer at greiða frá styrkjum og veikleikum í føroyska seyðahaldinum og fýra seyðabóndur fara at siga frá sínum royndum við seyðahaldi. Endað verður við kjakfundi um, hvørjar tankar fólk hava um framtíðar seyðahaldið. 

Íslendski Dr. Árni Bragason, stjóri, fer at fortelja um arbeiðið á Norðurlendska ílegubankanum, NordGen, umfamt norðurlendska arbeiðið um at varðveita ílegumargfeldið hjá plantum og djórum og heimsins matvørutrygd.

 

Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur og ráðgevi hjá Búnaðargrunninum, fer at gera eina sonevnda SWOT-greining av seyðahaldinum. Í eini SWOT-greining verður hugt at styrkini (Strength), veikleikunum (Weakness), møguleikunum (Opportunity) og hóttanunum (Threat) í einum evni.

 

Eftir ein stuttan steðg fara Jóhan Jógvansson, Ari Jóhanneson, Nils Absalonsen og Eyðun Eliasen, sum allir eru seyðabóndar, at greiða frá sínum seyðahaldi og aftan á verður kjakfundur. Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt. 

 

Tiltakið verður týskvøldið klokkan 19 í Norðurlandahúsinum.