Sea Shepherd-leiðarin Paul Watson hevur skrivað hvassorðaða viðmerking um føroyska rockbólkin Týr, sum í næstum skal á konsertferð í USA og Kanada. Watson kallar tónleikararnar í Týr grindadrápsmenn og mælir fólki til at boykotta konsertirnar við Týr.
– Týr er ein skomm fyri rocktónleikin. Teir skriva sangir, sum lovprísa dráp av túsundtals havdjórum. Enn verri er, at teir sjálvir luttaka í grindadrápi. Vit mugu stríðast ímóti djórapínsluni og ørskapinum, sum bólkurin umboðar, sigur Paul Watson.
Sum vanligt hevur viðmerkingin hjá Paul Watson sett eld í kjakið á hansara Facebook vanga. Fólk standa næstan í kø at niðurgera Týr, sangaran Hera Joensen og Føroyar orsaka av grindadrápinum. Fyri tey, sum ikki eru nærtikin ella viðkvom, kunnu viðmerkingarnar tykjast láturligar og skemtiligar hvørt um annað.
– Onkur skuldi bumbað hasar oyggjarnar og sent tær til havsins botn. Eg ynski, at flogfarið hjá Týr dettur niður á veg til USA, skrivar ein illur kjakari.
– Kann hann ikki verða handtikin, spyr ein kjakari og sipar til Hera Joensen, sangara í Týr.
Aðrar viðmerkingar eru til dømis:
– Býttlingar við gittarum.
– Teir eru falskir víkingar og ein skomm fyri tónleik.
– Hasir tápulingarnir eru ikki verdir luftina, teir anda.
– Teir skuldu verið druknaðir í blóðuga sjónum.
Einstakir kjakarar hava hug at andøva í móti atfinningunum og vísa á, at einki er galið við tónleikinum, hóast tónleikararnir eru grindamenn.
– So tit eru idiotarnir, sum vilja oyðileggja mína gleði við at fáa spælistøð at boykotta Týr? Farið og klemmið ein kóp og latið okkum onnur njóta tónleikin. Fasistar!
Týr skal frá 5. til 30. mai spæla 22 konsertir í USA og Kanada.