Kjak um miðbýin á Rás2

Mánakvøldið var trapputing í Miðlahúsinum um, hvussu lív aftur kann fáast í miðbýin í Havn. Kjakið verður sent á Rás2 í dag klokkan 14 Á almenna fundinum fingu fólk høvi til at siga teirra hjartans meining um, hvussu miðbýurin kann mennast.

Fundurin byrjaði við fimm pallborðsuppleggum hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra, Ingigerð á Trøðni, leiðara á Kunningarstovuni, Elin Heinesen, stjóra í Samvit, Guðrun Ludvig, vinnurekandi í gongugøtuni, Gilla Trónd, býarplanleggjara og Albert Isfeld, arkitekti.

Aftan á var orðið frítt. Vertar eru Rigmor Dam og Kári Mikkelsen.

Fundurin, sum vardi á leið tveir tímar, verður sendur á Rás2 klokkan 14 í dag.