Kjak um heimsins størstu sáðkyknu

- Hetta er ein spíri, sum fortelur, at tú kemur inn í gróðrarríkasta øki í Noregi, sigur Nils A. Røhne, borgarstjóri í Stange kommunu.

 

 

Í Stange kommunu í Noregi hava tey keypt eina risastóra standmynd, sum ímyndar heimsins størstu sáðkyknu. Hon er stívliga 11 metrar høg og hálvan triðja metur breið. Kommunan hevur keypt hesa ímynd av fruktbæri fyri eina lítla miljón norskar krónur og hevur samtykt at seta standmyndina við E6-vegin, tá tú snarar inn til býin, Stange. 

Men, vegaumsitingin í Noreg vil ikki hava standmyndina at standa her, tí tey stúra fyri, at hon fer at elva til ferðslutrupulleikar á vegamótinum. 

Í kommununi verður nógv kjakast um, hvar stóra sáðkyknan skal standa. Summi halda, at hon skal standa mitt á torginum í býnum, og onnur vilja hava hana við golfvøllin við Mjøsa. 

Tey, sum hava við standmyndina at gera, hava biðið umsitingina í kommununi finna eitt stað við E6-vegamótið til Stange, sum kann góðtakast, og borgarstjórin í Stange kommunu, Nils A. Røhne, heldur, at standmyndin um hesar leiðir hevði verið eitt fantastiskt minnismerki.

Borgarstjórin heldur, at standmyndin er vøkur og hevur eitt stórt ímyndarvirði.

##med2##

Men, heldur borgarstjórin ikki, at standmyndin hevði órógvað bilførarar? - Nei, eg eri vísur í, at tað hevði hon ikki. Hon hevði ikki havt so stórt árin á fólk. Hetta er ein spíri, sum fortelur, at tú kemur inn í gróðrarríkasta øki í Noregi, heldur Nils A. Røhne.

Men, skal Stange marknaðarførast við einari risastórari sáðkyknu? - Ja, fólk kunnu taka hetta, sum tey vilja, men ein sáðkykna - ella spíri - er treytin fyri lívi, leggur borgarstjórin aftrat.

Tað er listakvinnan, Linda Bakke, sum eigur uppskotið til risastóru sáðkyknuna, og tað er eisini hon, sum eigur heimskenda elgin við ríkisvegin í Eysturdalinum í Noregi. Sjálv heldur hon ikki, at sáðkyknan eigur at standa við umrødda E6-vegamót, men heldur við golfvøllin í Atlungstad.

Fólk, sum brúka golfvøllin, halda tað vera eitt gott hugskot at seta sáðkyknuna við vøllin. Tey halda, at standmyndin bæði er stuttlig og vøkur.

Á torginum í miðbýnum í Stange eru meiningarnar ymiskar.

- Um sáðkyknan verður sett mitt á torgið, fái eg ikki arbeitt. Tá noyðist eg út alla tíðina at hyggja, sigur Rangnveig Olstad, sum starvast í einari kiosk í miðbýnum, brosandi.

Listafólkið heldur upp á, at golfvøllurin er besta plássið til sáðkyknuna, men hon heldur ikki, at tað liggur í hennara makt, hvar standmyndin verður reist.

- Nei, tað er ikki mín avgerð. Eg noyðist helst at gerast betri til at gera sáttmálar, sigur hon.

Men, borgarstjórin, Nils A. Røhne, heldur, at kommunan sjálvandi fer at taka atlit til meiningarnar hjá listakvinnuni.

Ein bóndi, sum tv2.no hevur skift orð við, Harald Hagen, sigur, at hann hevur eitt hugskot, sum kann loysa alt málið. - Eg vil gjarna hava sáðkyknuna standandi her á garðinum. So kann eg hava eina rundkoyring kring túnið, soleiðis at fólk bæði síggja standmyndina og býin, sigur hann.

Men, bóndakonan, Tove Hagen, er ikki samd við mannin. - Nei, eg vil ikki hava sáðkyknuna standandi her. Tað verður av ongum, sigur hon avgjørd.

Stange kommuna hevur fingið stuðul frá vinnulívsfyritøkum til keyp av listaverkinum - heimsins størstu sáðkyknu. 

##med3##