Kjak um altjóða felagsskapir í Miðlahúsinum klokkan 19

Ole Spierman, professari í altjóða rætti og ríkisrætti fer millum annað at leggja fram sínar hugsanir um ymisku felagsskapirnar og Føroyar. Tiltakið verður eisini sent á Rás2 Í kvøld verður fundur um altjóða felagsskapir í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Nógv verður tosað um altjóða felagsskapir og Føroyar, og boðini eru mong, men ber tað til hjá Føroyum at velja millum hesar møguleikar í núverandi ríkisrættarligu støðu? Hvat krevst, um føroyingar skulu royna aðra ella hina leiðina?

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur sett sær fyri at lýsa og greina nakrar av teimum mongu og fløktu spurningunum, ið hava týdning fyri altjóða samstarv Føroya mótvegis evropeisku skipanunum.

Norðuratlantsbólkurin hevur biðið um eitt upprit um hesar spurningar frá danska professaranum í atjóðarætti og ríkisrætti, Ole Spierman, sum er handað bólkinum.

Á kjakfundinum í Miðlahúsinum fer Ole Spierman at leggja fram sínar metingar og niðurstøður og at svara spurningum.

Jógvan Mørkøre og Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingar, ið bæði hava skrivað ritgerðir um og granskað í evropeisku skipanunum, fara at leggja fyri við viðmerkingum og útgreinandi spurningum.

Tiltakið verður varpað beinleiðis út á Rás2 frá klokkan 19.