Kjak: - Sex fyri kvinnur

50 Shades of Grey er kanska ein hálvvánaligur filmur. Men kortini vísur filmurin, hvussu sex kann vera fyri eina kvinnu.


Í morgunsendingini á Rás2 í gjár kjakaðust Malan Eyðunsdóttir, Sissal Kristiansen og Páll Oddur Rubeksen um trý evni, sum hava verið frammi seinastu tíðina.

 

Fyrsta evnið var dómurin í tollmálinum. Síðani var tað 50 Shades of Grey, sum var til umrøðu, og at enda snúði kjakið seg um House of Cards.

 

Hvørjar avleiðingar fær dómurin í tollmálinum fyri føroyska samfelagið? Er 50 Shades of Grey niðursetandi ímóti kvinnum ella skaðiligur fyri okkara ungu? Og hví tíma vit so væl at hyggja at House of Cards?

 

Tað vóru millum annað spurningarnir, sum komu upp at venda í kjakinum, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.