Kjak: Løgreglan vil sleppa undan samanbrestum

Lurta eftir kjaki millum Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen um Sea Shepherd her

Seinnapartin í gjár kjakaðust løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen og Bill Justinussen á Rás2 um framferðina hjá Sea Shepherd í Føroyum og leiklutin hjá myndugleikunum.

Bill Justinussen helt, at tað tykist sum løgreglan vil sleppa undan samanbrestum við Sea Shepherd, og tí hevur hon hug at víkja fyri teimum.

Bjørt Samuelsen vísti á, at Sea Shepherd ynskir konfrontatiónir og yvirskriftir fyri at fáa meira pengar frá ríkfólki.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra kjakið frá Rás2.