Í seinna tímanum av Sportboxini á FM1, sum er Fótbóltspanelið, var Eli Hentze gestur. U21-landsliðsvenjarin tosaði millum annað um U21-deildina, sum hevur fingið misjavna undirtøku í føroyskum fótbólti.
Hoyr Fótbóltspanelið við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg haldi, at vit skulu gava deildini ein møguleika, sigur Eli Hentze, sum ásannar at tað eru fleiri avbjóðingar.
Les eisini: (FM1) Flogtbólturin rullar aftur
Eli Hentze tosaði eisini um frálíka avrikið hjá U21-landsliðnum, sum fyrr í hesum mánaðinum spældi javnleik 1-1 í Póllandi. Hann heldur at talan er um góðan árgang og góðar spælarar, sum ger at tað er møguligt at fáa slík úrslit.
Les eisini: (Turið á FM1) Nú má eg renna skjótari
U21-landsliðsvenjarin setti eisini síni orð á 23. umfar í Betri deildini, sum verður um vikuskiftið.