Kjak á rás2 um matsex og føroyskan mat

Hvat er tað í veruleikanum, sum eigur lívið í okkum føroyingum?

Hvat hava føroyingar í veruleikanum livað av síðani víkingaøldina, og hvat er tað í veruleikanum, sum eigur lívið í okkum.

 

Tað fara tey at tosa um í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag, og tað er professarin, Jóan Pauli Joensen, sum fortelur.

Hann er professari í fólkalívsfrøði á Fróðskaparsetinum, men nú fyllir hann 70 ár og fer sostatt frá nú.

 

Óli Beckmann, sum skipar fyri sendingini, vísir á, at Jóan Pauli Joensen nú gevur nýggja bók út um mat og matmentan í Føroyum og sendingini greiðir hann frá, hvat hann hugsar um, tá ið hann tosar um matsex.

Í sendingini tosa teir báðir um hvussu nógv fólk kunu 1.400 fermetrar av gróti og flagi, 70.000 seyðir og nøkur fáa fiskimið tætt við land, breyðføða.
 


- Hvat ótu fólk í miðøld og fram til okkara tíð? Hvussu goymdu vit føroyingar matin, so hann helt sær.
Í miðøld vóru í mesta lagi 4.000 fólk í Føroyum, helst færri, og so datt fólkatalið heilt niður í bara 2.000 fólk í fellisárum, og eftir at svartideyði hevði herjað.


- Hvat er hent við okkara matfeingi og matmentan, nú fólkatalið í Føroyum er tíggjufaldað, heilt upp 50.000 fólk í dag, við hægri livistøði enn flest onnur lond í heiminum kunnu erpa sær av.

 

- Hví vóru viðhvørt hungur og deyði? Hvat ótu fólk tá og hava vit nakrantíð etið stórvegis av tara og skeljadýrum?
 


Hvønn týdning hevur bjargafuglur og sjófuglur havt fyri føroyingar og nær skifta vit frá næstan bara at ræsa og turka kjøt, grind og fisk, til at salta mat?

 
Hvønn mun gjørdi tað, at føroyingar eftir 1800 fóru at kasta nót eftir seiði og velta eplir av álvara og hvussu var, tá ið stórhvalaveiðin var upp á tað besta frá fyrra aldamóti og upp í síðstu øld?
 


- Hvussu var maturin samansettur, tá ið vit heilt einfalt ikki keyptu annan mat enn tað kornið, sum Føroya jørð ikki kláraði at metta okkum við.
Men hvussu nógv korn veltu vit í miðøld, og hvussu nógv innfluttu vit.
 

 

Teir báðir tosa eisini um, hvussu nógvar kreftir fók fyrr máttu brúka fyri at  matskaffa sær?

- Kravdi innløgan helvtina av okkara arbeiðsorku, meðan hin helvtin fór til hita, tak yvir høvdið og klæði á kroppin?
 Nú brúa vit bara 10-15 prosent av okkara inntøku til mata og drekka, men hvussu er henda broytingin hend?
 


Hvat ótu føroyingar til gerandis, og hvat til høgtíðir og hví dámdi føroyingum væl egg, men ikki hønu - ella dunnu?

Hvørjar mattíðir og matverðar ótu vit føroyingar frá morgni til myrkurs, og hvussu var maturin hjá føroyingum samansettur ímillum grón, grønmeti, tálg, kjøt, fisk og grind og so mjólk og mjólkarúrdráttir?

- Nær finna vit føroyingar út av, at fiskur er nógv meir enn eitt kókað sporl, grunningshøvd, lippur, kjálkar, knettir og frikadellur.  Men hvat er tað sum ger, at matmentanin broytist, tosa teir báðir um.