Kjak á Rás2: Hevur snildfonin avloyst Jesus?

Tey ungu í dag sláa meiri upp á snildfonini, enn tey gera í bíbliuni og í sálmabókini

 

Er samfelagið við at verða avkristnað.

Tað er spuringurin, tey fara at kjakast um á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag.

 

Við pallborðið sita Kristianna Winther Poulsen, Cand. Mag., Oddur á Lakjuni, søgufrøðingur, og Bergur Debes Joensen, sóknarprestur.

 

Í upplegginum til kjakið vísir Óli Breckmann, sum skipar fyri, hvussu tey gomlu hugsaðu, og virkaðu eftir kristnu trúnni  

 

Kristindómurin livir enn sítt fríska lív – ella næstan, heldur Óli Breckmann. Men hann heldur, at okkurt er broytt og at tað er sum sum at ein ávís avkristnan fer fram víða um.

 

- Sligið verður nógv meiri upp í snildfonini enn í Bíbliuni og sálmabókini og nógv yngri munnu hava ilt við at kenna mun á Adam og Abraham, á Jósef og Móses, heldur hann.  

 

Hann heldur, at nøkur tilkomin munnu stúra, tí fjøldin, sum hittist á  missiónsvikum er eldri enn fyrr og at brøðurnir møta fjølmentari, tá samfelagsmøti eru tríggjar ferðir um árið, enn eitt vanlig møtikvøld og kirkjustólarnir eru kanska ikki so fullsettir sum fyrr

 

- Eru vesturlendingar nú, minni andaligir, tí at so nógv fólk taka hægri útbúgving, sum tey hala, kann setast ístaðin fyri tann andaliga tørvi, ið sigst vera øllum menniskjum íborin?

 

- J. K. Chesterton segði, at ”tá menniskju ikki longur trúgva á Gud, trúgva tey ikki á einki, men tey trúgva á hvat sum helst.”

 

- Er tað hetta, sum er hent við teimum, ið ofra dastið av síni orku fyri góðum søkum, eitt nú djóra-og umhvørvisvernd, javnstøðu millum kyn, stríðið móti fátækradømi, politiskari útjavning, rættindum teirra samkyndu, ella vit bara renna eftir mammon og materiu?

 

- Hava vit skift ta kristnu andaligu dimensjónina út við eina materiella? Hava vit vesturlendingar fingið tað so gott, so trygt, at okkum tørvar ikki Guds hjálp til at vinna á dagsins avbjóðingum, og at vit óttast ikki deyðan longur, tí enntá hann er nærum blivin pínuleysur?

 

- Er neyðugt við einum átaki sum Í menniskjum góður tokki, um hitt almenna hevur yvirtikið okkara tráan eftir at gera væl móti teimum, sum treingja?

 

Hvat rakar næstin okkum so? Hvat er tað at bjarga frumskóginum í Amazon og teimum indiansku ættarbólkunum har, tá ein letur eins egnu ogn falla í órøkt og vertin liggja á næstanum í grannahúsinum

 

- Sum Snoopy segði tað so rámandi: ”Eg elski mannaættina; tað eru fólk, eg ikki kann torga.”