KJ sáttmálar um tvíkiljur

KJ Hydraulik hevur í løtuni sáttmálar um tríggjar nýggjar tvíkiljur til alifeløg bæði í Føroyum og Hetlandi.

Í løtuni hevur KJ Hydraulik tvær nýggjar tvíkiljur í gerð. Hetta eru bygginummur ávikavist 51 og 52. Harumframt er sáttmáli júst undirskrivaður um enn eina tvíkilju, soleiðis at KJ nú hevur sáttmálar um tríggjar tvíkiljur, sum skulu latast føroyskum og útlendskum alifeløgum.

 

Jóannes Mørkøre, sølumaður, sigur, at bygginummar 51 er ein nýggj tvíkilja til alifelagið Hiddenfjord, sum verður 15,5 metrar long og sjey metrar breið, og bygginummar 52 skal latast alifelagnum Grieg Seafood í Hetlandi og skal leverast í summar.

 

- Skrokkurin til tvíkiljuna hjá Grieg Seafood kemur til Føroyar skjótt, og hendan verður 16 metrar long og átta metrar breið. Umframt tvíkiljurnar til Hiddenfjord (Luna) og Grieg Seafood, hevur KJ júst skrivað undir sáttmála við Bakkafrost um eina nýggja tvíkilju, sum verður 15,5 metrar long og sjey metrar breið.

 

Jóannes Mørkøre sigur, at Grieg Seafood fingu eina nýggja tvíkilju frá KJ tíðliga í fjør summar, og har vóru tey so væl nøgd, at tey vildu hava eina aftrat.

 

- Vit hava eisini leverað tvíkiljur til alifelagið Cook Aquaculture, sum hava eina í Hetlandi og eina í Orknoyggjunum. Samstarvið við alifeløginin í Hetlandi og Orknoyggjunum eisini fevnir um aliringar.

 

Sølumaðurin vísir á, at tað var Cook Aquaculture, sum fekk tveir aliringar frá KJ í fjør, og nøkur ár herfyri keypti Grieg Seafood eisini 13 føroyskar aliringar frá fyritøkuni á Kambsdali, sum hevur føroysku feløgini, HJ Jarn og PE Plast, sum undirveitarar til at byggja ringarnar.