Danski verjuspælarin Simon Kjær verður roknaður millum stóru talentini í Europa, og fleiri stórfeløg eru áhugað í spælaranum, sum umboðar Palermo. Millum feløgini, sum hava sýnt áhuga fyri Kjær, er Manchester United. Í Palermo siga tey, at Simon Kjær verður ikki seldur í januar, men at hann helst kann sleppa frá felagnum í summar, um eitt stórt felag kemur við einum stórum kekki.