Kjølurin er nú strektur á nýggja suðuroyarskipinum. Skipasmiðjan í San Fernando í Suðurspania, har nýggja suðuroyarskipið verður bygt, hevur seinastu mánaðarnar skorið stál til nýggju ferjuna, og í dag, mikudagin 19. mars, var komið so mikið langt, at kjølurin kundi strekkjast.
Hetta varð hátíðarhildið á lítlari samkomu á skipasmiðjuni í San Fernando, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur-holm, luttók saman við umboðum frá Strandfaraskipum Landsins, Vinnumálaráðnum og ráðgevandi fyritøkuni Knud E. Hansen, sum hevur prosjekterað skipið.
? At strekkja kjølin á hesum skipinum er eitt týðandi stig á leiðini at fáa eitt dagført ferjusamband til Suðuroyar. Byggingin er nú av álvara byrjað, og tað er av alstórum týdningi, at neyvt eftirlit verður í allari byggifasuni. Eg eri tó sannførdur um, at Strandfaraskip Landsins saman við ráðgevum sínum fer at megna hesa uppgávu, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum var hjástaddur í San Fernando í Spania.
Landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at nýggja suður-oyarskipið skal eita Smyril, og at heimstaðurin hjá skipinum verður Tvøroyri.
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Kristian Davidsen, var eisini vælnøgdur.
? Eg eri sera fegin um, at gongd er komin á byggingina, og at tíðarætlanin higartil heldur. Tað er av alstórum týdningi fyri møguleikarnar hjá SL at veita viðskiftafólkunum eina nøktandi tænastu, at gomlu strandfaraskipini verða út-skift við nýggjari materiell. Harumframt hevur tað týdning, at arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum verða betri, segði Kristian Davidsen.
Nýggja suðuroyarskipið fer at taka 976 ferðafólk og uml. 200 persónbilar. Sambært byggisáttmálanum við spanska skipasmiðjusamtakið IZAR skal skipið latast landinum í seinasta lagi 12. oktober 2004.