TB-húsið var fullsett til Prix Føroyar kappingina seinasta leygarkvøld. Atgongumerkini vóru longu útseld hósdagin, og nógv vóru tey, ið ikki fingu atgongumerki.
Tey 450 fólkini, ið vóru so heppin at fáa atgongumerki til kappingina, høvdu ikki leitað sær í TB-húsið til fánýtis. Dygdin var góð á tónleikinum hjá øllum bólkunum. Teir spældu heldur ikki allir sama slag av tónleiki, so tónleikaúrvalið var fjølbroytt, til gangns fyri tey ymisku tónleikaoyruni, ið stødd vóru í TB-húsinum.
Áhoyrararnir væl við
Ikki er vanligt í Føroyum at leita sær í dans ella til konsert tíðliga á kvøldið. So var heldu ikki, tá tann fyrsti bólkurin, Stainless Steel, steig fram á pallin klokkan hálvgum tíggju. Tískil hevði bólkurin heldur ikki tann heilt stóra møguleikan at fáa hjálp frá áhoyrarunum, men lagið var gott, og teir fáu áhoyrararnir, ið longu vóru komnir, hugnaðu sær óført.
Hóast áhoyrararnir ikki vóru nógvir í tali, tá konsertin byrjaði, gekk ikki long tíð áðrenn TB-húsið tók at fyllast. Tá framførðslan hjá Stainless Steel var av, var dansigólvið longu næstan fult, og áhoyrararnir stuðlaðu leikarunum óført.
Væl samanspædir vinnarar
Mest kendi bólkurin á Prix Føroyar kappingini á Tvøroyri var bólkurin Kjølar. Hesin gjørdist eisini vinnarin av kappingini. Kjølar høvdu eina framførðslu, ið var merkt av, at talan er um ein væl samanspældan bólk. Tónleikurin fall somuleiðis væl í oyrað, solofarmførðslunar vóru framúr góðar og útsetingarnar av løgunum vóru somuleiðis góðar. Tó var eitt, ið bólkinum vantaði, og var hetta pallframførðslan. Henni var ikki serliga nógv gjørt burturúr, men áskoðararnir tóku tó væl undir við bólkinum - kanska tí hann er so kendur.
Flux stór hóttan
Stóra hóttanin hjá Kjølum var ungi bólkurin Flux. Hesin bólkurin er mannaður við heilt ungum tónleikarum. Miðalaldurin liggur um 17 ár. Tónleikurin er alternativur grunge tónleikur, og var hesin væl móttikin á Tvøroyri leygarkvøldið.
Flux er ikki ein gamal tónleikabólkur. Manningin hevur spælt saman í hálvtannað ár, undantikið trummuleikaran, ið byrjaði um jóltíðir í fjør. Teir fýra í Flux hava tó megnað at skapt ein dygdargóðan tónleikabólk, ið fór avstað við 2. plássi á Prix Føroyum á Tvøroyri. Munurin var ikki tann stóri millum Kjølar og Flux, og tískil kundi Flux metast sum ein hóttan móti Kjølum.
Flux høvdu gjørt eitt sindur burturúr pallframførðsluni, við at lita hárið og at klæða seg í málaradraktir við búmerkinum hjá bólkinum á, men hóast alt vantaði tað beinleiðs sambandið við áhoyraran. Eisini legði ein til merkis, at bólkinum vantaði samanspæl, tí tá ávís brot skuldu spælast, samskiftu leikararnir heldur nógv á pallinum. Men heilt avgjørt kann sigast, at bólkurin Flux er ein dygdargóður bólkur, ið hevði uppiborið 2. plássið.
Meira um Prix Føroyar á Tvøroyri í Yngd mikudagin










